Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

6 minuttir frá javnleiki í fyrsta unglingalandsdysti

Fyri 50 árum síðani spældi Føroyar fyrsta unglingalandsdystin.

Væl fyrireikaðir til uppgávuna

22. august 1973 møttust Føroyar og Ísland í fyrsta unglingalandsdysti í Føroya ítróttarsøgu. Fótbóltsnevndin hjá ÍSF skipaði fyri dygdargóðum fyrireikingararbeiði undan dystinum, har leikararnir luttóku á einum venjingarskeiði og seinasta hond varð løgd á verkið.

Teir 14 leikararnir, sum luttóku á venjingarskeiðnum, vóru: Pauli Askham, HB, Gordon Ejdesgaard, HB, Elias Mikkelsen, HB, Áki Davidsen, HB, Terji Kollsker, HB, Jákup Heinesen, HB, Jógvan Mørkøre, B36, Kjartan Mohr, B36, Sámal Vágalíð, MB, Ólavur Johannessen, KÍ, Mikkjal Mikkelsen, KÍ, Helgi Hansen, KÍ, Petur Andreasen, KÍ og Jákup Mikkelsen, KÍ. 2 VB-leikarar góvu avboð, ein HB-leikari fekk ikki frí til skeiðið og 3 TB-leikarar vóru fráverandi. Venjari hjá liðnum var Johan Nielsen.

Stór áskoðarafjøld og frálíkt veður

Einir 1500 áskoðarar vóru savnaðir á Gundadalsvølli og dómari var Dánjal J. Thomsen. Veðrið var av tí besta og áskoðarafjøldin væluppløgd. Venjarin hevði valt hesar: Mikkjal Mikkelsen (HB) – Petur Andreasen, Palli Askham, Mikkjal Mikkelsen (liðformaður, KÍ), Helgi Hansen – Áki Davidsen, Gordon Ejdesgaard, Terje Kollsker – Kjartan Mohr, Elias Mikkelsen og Sámal Vágalíð. Í seinna hálvleiki fór Helgi út eftir 25 minuttir og Jákup Heinesen úr HB kom inn. Jákup Mikkelsen varð eisini innskiftur fyri Terja.

Óheppið tap

Íslendingar komu at roynast kroppsterkari, kvikari á bóltinum, betri í høvuðsspæli, men í bóltførleika vóru føroysku leikararnir minst líka væl fyri.

Íslendingar byrjaðu við stórum yvirtaki, teirra miðvallarleikarar fyltu meir á vøllinum enn okkara, men hóast verja okkara í løtum tyktist fjálturstungin, so bakkaðu leikarar hvønn annan so væl upp, at tað var ein fragd at síggja. Mikkjal í málinum hevði sín allarbesta dag og íslendsku herjarnir vóru skeivraknir í teirra skotroyndum – tí sluppu vit við 0-1 tapi í fyrra hálvleiki. Álopsspæl okkara var í hesum fyrra hálvleiki nakað skuffandi, miðvallarleikararnir fingu ov lítið burturúr og vengurnir tyktust at hava ov stórar verjuskyldur til at hjálpa Eliasi, sum sostatt kom at liggja ov einsamallur frammi við íslendsku verjuni.

Les eisini...  Leysatíðindi - Harry Kane til Real Madrid

Útjavnandi málið fyrst í seinna hálvleiki gav føroyska liðnum sjálvsálit, verjan leikti saman við málverjanum framúrskarandi, og tá Áki og Gordon fingu betri tak á miðvøllin førdi hetta við sær, at føroyingar fingu meira álopsspæl og fleiri málmøguleikar, harav ein – tá restaðu bert 7 minuttir av dystinum – var so stórur, at hann eins væl kundi givið mál – nú gjørdu íslendingar mótálop, fingu hornaspark og upp á tað fall sigursmálið, sum málverjin, ið annars vardi málið so manniliga, var so óheppin at hava sín lut í.

Málini:

8 minuttir eru spældi, tá bestu leikararnir á føroyska liðnum, navnarnir Mikkelsen, misfata hvønn annan. Miðverjin leggur við høvdinum bóltin inn til málverja sín, íslendingur kemur inn ímillum, avleverar innfyri til Óskar Tómasson, ið við høvdinum sendir bóltin í netið.

Í 1. minutti av seinna hálvleiki roynir Petur seg sum álopsbakkur í samspæli við miðvallarleikara, fær bóltin aftur, trekkir tríggjar og sendir óvæntað skrúvandi skot í netið frá 20 metra fjarstøðu – málverjin er maktarleysur.

Í 78. minutti verður Kjartan feldur nakað uttan fyri brotsteigin. Frísparkið lyftir Áki hegnisliga inn um íslendsku verjuna, har Jákup M. bert er brøkpartar av sekundi ov seinur at fáa høvdið á bóltin. Málverjin fær vart og bólturin støkkur út til Kjartan, hvørs skot rakar íslendskan verjuleikara og støkkur út á vøllin.

Jákup H, sum júst er innkomin sum vinstri bakverji verður feldur inni í íslendska brotsteiginum, men dómarafloytan tigur, og íslendingar fara í álop og fáa hornaspark. Mikkjal fer út eftir hesum skoti, men verður ørkymlaður í løtuni, hann skal boksa bóltin burtur – rakar bóltin skeivt og sigursmál íslendinga er veruleiki.