Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi leyvinda fer at hava framløgu

Á Vinnudegnum fer Mia Wagner, sum er kend frá Løvens Hule á DR, at greiða frá síni yrkisleið sum íleggjari og íverkseti

Mia Wagner er kendur íleggjari og íverkseti í Danmark. Mia er fyrrverandi leyvinda í Løvens Hule, sjónvarpsrøðini, sum hevur verið víst á DR, har leyvurnar hava gjørt íløgur fyri fleiri tals milliónir í danskar íverksetar.

Á Vinnudegnum fer Mia Wagner at greiða frá síni yrkisleið sum íleggjari og íverkseti.

Tá Mia av álvara gjørdist varug við tann stóra skeivleikan millum kvinnur og menn innan íverksetan, valdi hon at vera við til at stovna Nordic Female Founders.

Nordic Female Founders varð stovnað í 2020, við tí endamálið at økja um diversitetin í íverksetan í Danmark.

– Fjølbroytni er eitt sindur sum tað grøna orkuskiftið, nakað, sum skal gerast á øllum stigum. Eisini í tí einkulti fyritøkuni, ella í grundini eisini í landsstýrinum. Tað skal takast við í einhvørjari gerð, sigur Mia Wagner við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Umframt íverkseti og íleggjari, so er Mia eisini nevndarlimur í Dansk Erhverv, har Mia umboðar íverksetanina, smáar og miðalstórar fyritøkur, eigaraleiðsluna og tær kvinnur í vinnulívinum sum enn mangla fyrimyndir.

Sí skránna her

Kelda: Vinnuhúsið