Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í U21 EM-undankappingardystinum við Djúpumýru í Klaksvík Føroyar-Krotia 2-4 (0-2), har Føroyar komu sterkt aftur frá 0-3 til 2-3, og megnaði eina løtu at skelka Kroatia. Hoyr Jóan Paula taka samanum eitt avrik, har U21-landsliðið enn einaferð vísti, at teir kunnu dansa við teir stóru. Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við Jørgen Nielsen, tvímálsskjúttan, Gutti Dahl Olsen og liðskiparan, Noah Mneney. Hóast teir kunnu fegnast um góðan moral, har Føroyar komu afturíaftur, so eru teir vónbrotnir um ikki at fáa stig í kvøld.
