Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

15 nýggir UEFA B-venjarar

Sunnudagin varð skipað fyri lítlari samkomu á Tórsvølli, í samband við at 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv

Tann 10. mars í ár fóru 15 luttakarar, 12 menn og tríggjar kvinnur undir UEFA B-venjaraútbúgvingina, og í juni mánað vóru próvtøkurnar á skránni.

Talan hevur verið um eitt orkukrevjandi tíðarskeið, við felagsfundum, skrivligum uppgávum, umframt vitjan av vegleiðara í egnum felagi.

Millum evnini, ið UEFA B-venjaraútbúgvingin er bygd á, er videogreining, fysiologi, sálarfrøði, taktisk venjing og taktisk orientering, og harafturat hava nógvar venjingar verið á vøllinum.

– Tað hevur verið sera gevandi at fylgt luttakarunum, og tað hevur heilt greitt eisini verið eitt mennandi tíðarskeið fyri tey. Nú er at vóna, at tey gera brúk av útbúgvingini úti í feløgunum, men at tey eisini hava hug at fara víðari á UEFA A-venjaraslkeiðið, tá tað verður aktuelt, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í løtuni eru 95 venjarar í skrásetingini hjá FSF, ið hava galdandi UEFA B-venjaraprógv.

Myndir: Ingi Arge/fsf.fo

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo