Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drekkivatnið er reint aftur í bygdunum í Tórshavnar kommunu

Í Nólsoy, Kaldbak og á Velbastað hevur verið neyðugt at kóka drekkivatnið í eina viku, men nú er vatnið reint aftur, sigur kommunan

Loksins er drekkivatnið aftur reint í Nólsoy, Velbastað og Kaldbak.

Hetta sigur Tórshavnar kommuna í dag og leggur aftrat, at tað er ikki neyðugt at kóka vatnið longur.

Upprunaliga var drekkivatnið dálkað í Nólsoy, í Kaldbak, á Velbastað umframt á Argjum og í Vestubýnum í Havn.

Dálkingin var staðfest 6. September, men 8. September kundi kommunan boða frá, at drekkivatnið var reint aftur í Havn og á Argjum.

Bygdafólkið í Nólsoy, Kaldbak og á Velbastað hava kortini verið noydd at kóka vatnið til nú, men nú er drekkivatnið so reint aftur, sigur kommunan.