Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Putin og Kim hittast í Russlandi

Norðurkorea stuðlar Russlandi í stríðnum móti "imperialismu", segði Kim Jong Un á tíðindafundi við Vladimir Putin

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong Un, hevur lovað russiska forsetanum, Vladimir Putin, stuðul í “stríðnum móti imperialismu”, nú hann er á almennari vitjan í Russlandi.

Kim Jong Un kom við toki í gjár til Russlands, har leiðin gekk til Vostochny rakettpallin í Amur landslutinum.

Eftir rundvísing á rakettpallinum, høvdu teir báðir Putin og Kim tíðindafund við russiska miðlafylginum, og Putin nýtti høvið at minna Kim Jong Un á, at Russland var fyrsta landið at viðurkenna Norðurkorea sum sjálvstøðuga tjóð, og harumframt ynskti hann Kim til lukku við 75 ára stovningardegnum hjá Norðurkorea.

Kim takkaði fyri leiklutin, ið táverandi Sovietsamveldið hevði fyri Norðurkorea, tá landið varð sett á stovn, og hann gjørdi greitt, at Russland hevur lagt seg út í eitt “heilagt stríð” fyri at verja tess sjálvræði móti hegemoniskum valdi.

Harumframt segði Kim, at Norðurkorea fór at veita Russlandi stuðul í “stríðnum móti imperialismu”.

Undan fundinum varð gitt, at teir báðir ríkisleiðararnir fóru at viðgera, í hvønn mun Norðurkorea kann veita Russlandi vápn og hernaðarútgerð til stríðið í Ukraina.

Eitt talsfólk fyri Russland gjørdi kortini undan fundinum greitt, at meðan tað er púra vanligt, at tvær tjóðir viðgera hernaðarlig mál, so ætlar Russland ikki at greiða frá, hvat liggur á samráðingarborðinum til fundin.