Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti

Hann tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur

Andrias Hansen er nýggjur leiðari fyri sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti.

Hann tekur við eftir Rasmus Patursson,  sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.

Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið. Í heili 20 ár hevur hann starvast á økinum. Hann hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykiatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.

Eisini hevur Andrias hevur starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.

Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir á ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.

Hann er 50 ára gamal.

Andrias Hansen byrjar í starvinum tann 1. oktober 2022.

Sjálvsognarstovnurin Sólteigur og Eysturstræti er ein sjálvsognarstovnur við tveimum búeindum, har pláss er fyri 11 búfólkum tilsamans.

Virðisgrundarlagið á stovninum er: Samstarv, álit, tolsemi og innliving. Virkast skal av fullum huga og støðið verður tikið í øllum menniskjanum. Arbeitt verður út frá tí støði, ið tann einstaki er á.

Fremst er, at tann einstaki kann mennast og taka seg fram, í áliti á seg sjálvan, við vanligum gerandis uppgávum.

Stýrið fyri sjálvognarstovnin Sólteigur og Eysturstræti