Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis vann KÍ sætta dystin á rað móti HB

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum seks málunum, ið komu í 2-1 sigrinum hjá KÍ á HB á ovara vølli í Gundadali. Hoyr Jóan Paula taka samanum dystin. Jóan Pauli heldur, at KÍ søkti sigurin meira enn HB. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við ein fegnan sigursmálskjútta hjá KÍ, Páll A. Klettskarð, ið staðfestir, at tað sær gott út hjá KÍ, men minnir á, at enn eru nógvir dystir eftir at spæla. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen, ið er vónbrotin um úrslitið. Jákup Martin heldur, at talan var um ein dyst við tveimum sterkum verjum, har liðið sum dugdi betur at gagnnýta fáu málmøguleikararnar vann.