Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Privat útgreining gevur ikki skjótari atgongd til barna- og ungdómspsykiatriina

Tað gerst meira vanligt, at foreldur senda børn síni til útgreiningar á útlendskum privatum sjúkrahúsum ella privatstarvandi serlækna. Men hetta merkir ikki, at tey sleppa framum í bíðirøðini á Landssjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið í dag

Tað ber ikki til at koma framum í bíðirøðini til barna- og ungdómspsykiatriina, hóast tú hevur verið til útgreiningar á privatum sjúkrahúsi ella privatstarvandi serlækna.

Hetta sigur Landssjúkrahúsið í dag.

Mongu ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatriina hava seinastu árini havt við sær, at bíðitíðin at koma framat er sera drúgv, og í løtuni verður bíðitíðin mett at vera 24 mánaðir.

Tað skerst ikki burtur, at bíðitíðin setir foreldur, sum einans ynskja tað besta fyri síni børn, undir trýst, sigur Landssjúkrahúsið, sum seinastu tíðina hevur lagt til merkis, at fleiri foreldur velja at rinda fyr útgreiningar privat, bæði í Føroyum og í Danmark.

Men Landssjúkrahúsið ger greitt, at tað er bara ein bíðirøð í barna- og ungdómspsykiatriini, og at tað ber ikki til at koma framum í bíðirøðini, hóast tú hevur verið til útgreiningar á privatum sjúkrahúsi uttanlands ella privatstarvandi serlækna.

Øll børnini, sum hava eina ávísing, koma framat til útgreiningar eftir tørni. Møguligar útgreiningar, sum eru gjørdar privat, koma við í metingini á Landssjúkrahúsinum, tá barnið verður útgreinað. Tað hevur sannlíkt við sær, at sjálv útgreiningartilgongdin verður stytt.

Á Landssjúkrahúsinum skal atgongdin til tænasturnar í barna- og ungdómspsykiatriini vera eins fyri øll, og byggja á eina fakliga meting av heilsustøðuni hjá tí einstaka, sigur landssjúkrahúsið.