Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uppskot um 37-tíma arbeiðsviku verður lagt fram í heyst

Uppskot verður klárt at leggja fram í heyst, men tað ber framvegis ikki til at siga, hvat hetta fer at kosta á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Ingilín D. Strøm

Landsstýrið fer seinni í heyst at elggja eitt uppskot um 37 tíma arbeiðsviku fyri løgtingið, og í løtuni er landsstýrið í trípartasamráði við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fremja styttingina av arbeðisvikuni niður í 37 tímar.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Beinir Johannesen, tingmann fyri Fólkaflokkin, sum umframt at vilja vita, um uppskotið fór at verða lagt fyri tingið í heyst, eisini vildi vita, hvørjar útrokningar eru gjørdar fyri kostnaðin av hesum bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. 

Ingilín D. Strøm sigur, at áðrenn samráðið var ein undanhoyring, har fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg fungi høvi at koma við sínum viðmerkingum og peika á fýra fólk at umboða ávíkavist arbeiðsgevara- og arbeiðstakarasíðuna. Síðan varð samráðið sett við fýra fólkum frá arbeiðsgevarasíðuni og fýra fólkum frá arbeiðstakarasíðuni, umframt landsstýrið.

Samráðið hevur havt átta fundir, har málið er lýst úr fleiri sjónarhornum, og har ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg um avleiðingarnar og kostnaðin av at stytta arbeiðsvikuna, sigur Ingilín Strøm.

Landsstýriskvinnan ger eisini greitt, at ymsar útrokningar eru gjørdar við møguligum myndlum fyri, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika kann fremjast, og hvør kostnaðurin kann vera. Men tað ber ikki til at siga, hvør kostnaðurin er, fyrr enn trípartasamráðið er komið til eina endaliga loysn fyri, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika skal setast í verk, tí talan er um kompleksar útrokningar, sigur Ingilín D. Strøm.

-Endaliga úrslitið er neyvt tengt at, hvussu skipanin við 37 tímum verður, og hvussu tillagingin niður á hetta tímatalið verður framd. Í hesum sambandi er serliga týðandi, hvørjar fortreytir partarnir kunnu verða samdir um, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.