Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Daniel Hestad og Sjúrður Jacobsen standa á odda fyri KÍ

Tað vera hjálparvenjararnir báðir, sum skulu leiða KÍ í sínum fyrsta dysti í einum evropeiskum bólkaspæli í kvøld

Í kvøld verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá KÍ, sum fyrsta føroyska liðið, fer at taka lut í einum dysti í einum evropeiskum bólkaspæli, tá Slovan Bratislava og KÍ bresta saman á Stadium Tehelné pole í slovakiska høvuðsstaðnum.

Tehelné pole-leikvøllurin ella Národný futbalový štadión, sum leikvøllurin eisini verður nevndur, er tjóðarleikvøllurin í Slovakia. Leikvøllurin tekur beint omanfyri 22.000 áskoðarar, og mett verður, at tað verða 12.000 til 14.000 áskoðarar til dystin í kvøld.

Men KÍ verður uttan høvuðsvenjaran, Magna Hoseth, í kvøld. FM1 skilir á lagnum, at Magne Hoseth spýði allan vegin vestur til flogvøllin í gjáramorgunin, og mátti tí venda við. Tað er ikki líkt til, at hann er nóg birgur at ferðast í dag, og er tí eftir í Føroyum.

Hetta hevur við sær, at tað verða hjálparvenjararnir báðir, Daniel Hestad og Sjúrður Jacobsen, sum koma at standa við róðrið til søguliga dystin í kvøld.

Sjúrður kom til KÍ í 2020, og hevur verið hjálparvenjari hjá klaksvíkingum øll hesi árini.

Undan hesum kappingarárinum kom Daniel Hestad, saman við Magne Hoseth, til KÍ, og hevur – eins og Sjúrður Jacobsen – verið hjálparvenjarar hjá Magna Hoseth.

Geza Turi, eldri, er málmansvenjari.

Dysturin millum Slovan Bratislava og KÍ byrjar klokkan 20 í kvøld.

Eingin føroyskur miðil fer at hava frásøgn ella vísa dystin, men dysturin kann millum annað síggjast á TV2 Play, men til tað krevst eitt hald.