Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyvík er nú egin valstaður

Hoyvík er nú egin valstaður, og valstaðurin í Hesti er niðurlagdur

Hoyvíkingar hava nú fingið egnan valstað, og tá tað verður val næstu ferð, sleppa hoyvíkingar altso á val í Hoyvík.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur í dag lýst í kunngerð, at Hoyvík er egin valstaður, og samstundis varð valstaðurin í Hesti niðurlagdur.

Tað hevur leingi verið ein trupulleiki, at hoyvíkingar skuldu greiða atkvøðu í Høllini á Hálsi í Havn, ikki minst tí at sera nógv fólk skulu greiða atkvøðu har, men eisini tí at mett varð, at hoyvíkingar settust aftur av at skula til Havnar at velja.

Tórshavnar býráð samtykti tí at heita á Løgmálaráðið um at skipa Hoyvík sum egnan valstað, sum nú altso er avgreitt.

Heitt varð eisini á Løgmálaráðið um at avtaka Hest sum valstað, tí at valstaðurin var so lítil, at tað bar illa til at halda atkvøðurnar har loyniligar.

Ístaðin hevur Tórshavnar býráð bundið seg til at fara út í Hest tvær ferðir undan vali, soleiðis at hestmenn fáa greitt brævatkvøðu, um teir ikki ynskja at fara til Havnar at velja.

Við broytingunum eru nú 58 valstaðir í Føroyum.