Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður sett kunngerð um Dannebrog úr gildi

Kunngerðin, sum hevur verið í gildi síðan 1915, sigur, at tað er bert loyvt at flagga við Dannebrog

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett úr gildi donsku kunngerðina frá 1915, sum sigur, at tað ikki er loyvt at flagga við fremmandum tjóðarfløggum.

Í kunngerðini, sum byggir á eitt rundskriv úr danska løgmálaráðnum, stendur, at tað er bert loyvt at flagga við Dannebrog, umframt at tað er forboðið undir opnum himli og á gistingarhúsum og øðrum at brúka fløggini hjá krígsførandi londum sum pynt ella annað.

Forboðið hevur kortini ikki umfatað sendistovur og konsulát, tí tey hava havt loyvi at flagga við egnum flaggi bæði á embætisskrivstovuni og á bústaðnum hjá sendifólkinum.

Harumframt hevur tað eisini verið loyvt at flagga við útlendskum flaggi, um løgmálaráðið hevur givið loyvi til tess.

Umframt kunngerðina frá 1915 hevur løgmaður eisini sett úr gildi eina kunngerð frá 1957, ið gav loyvi at flagga við norðurlendskum fløggum, uttan at neyðugt varð at biðja um serligt loyvi til hetta.