Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norðurlandahúsið hevði kostað oman fyri 200 milliónir krónur

Metta virðið á Norðurlandahúsinum liggur oman fyri 200 milliónir krónur, hevur stjórin í Norðurlandahúsinum gjørt greitt fyri mentanarnevndini

Norðurlandahúsið hevur eitt virði, ið liggur oman fyri 200 milliónir krónur.

Hetta hevur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, upplýst fyri Mentanarnevndini í løgtinginum í sambandi við uppskotið til samtyktar hjá Miðflokkinum at yvirtaka Norðurlandahúsið og raksturin av Norðurlandahúsinum á Føroyskar hendur.

Gunn Hernes hevur verið á fundi við mentanarnevndina, og í eftirfylgjandi telduposti vísir Gunn Hernes á, at metta virðið á Norðurlandahúsinum er oman fyri 200 milliónir, men aftrat hesum skal eisini roknast innbúgv og annar útbúnaður í húsinum.

Miðflokkurin hevur lagt uppskot til samtyktar um at yvirtaka Norðurlandahúsið, tí Miðflokkurin metir, at onnur Norðurlond brúka Norðurlandahúsið til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum.

Tað er kanska serliga LGBT-tiltøk, ið Miðflokkurin hevur hug at finnast at, og í viðmerkingunum finnist Miðflokkurin ítøkiliga at, at Norðurlandahúsið eina ferð um árið tekur Merkið niður fyri síðani at vinda pride fløgg á stong.

Norðurlandahúsið hevur kortini gjørt greitt, at hetta er ikki rætt, men at LGBT vimplar einaferð um árið verða vundnir á stong, har vimplarnir fyri norðurlendsku londini hanga.