Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grind í Árnafirði

Grindin verður rikin til Hvannasunds

Nú tíðliga seinnapartin var funnin ein grind í Árnafirði.

Jens Jensen, sýslumaður, sigur, at tveir bátar vóru hjá grindini, seinast hann visti av, men at grindaboð eru givin, so væntandi verða fleiri bátar hjá grindini skjótt.

Mett verður, at talan er um 30-40 hval, og roynt verður at reka grindina til Hvannasunds.