Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heini ársins miðlaheiðursløn

Heini í Skorini hevur fingið miðlaheiðurslønina fyri 2023

Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur vunnið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum.

– Við gávumildum og kompetentum samskiftishugi hevur Heini sett føroyska gransking á breddan, eisini uttanlands, var ein av mongu grundgevingunum, sum Jón Brian Hvidtfeld, formaður í dómsnevndini, bar fram.