Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rupert Murdoch leggur frá sær

Formaðurin í Fox News og News Corps leggur nú frá sær 92-ára gamal

92-ára gamil miðlamogulurin Rupert Murdoch hevur boðað frá, at hann gevst nú sum nevndarformaður bæði í Fox og News Corp.

Sambært BBC hevur Murdoch í skrivligari viðmerking til starvsfólkini greitt frá, at tíðin er komin til hansara at átaka sær aðrar leiklutir.

Rupert Murdoch arvaði fyrstu avísina frá pápa sínum í 1952, og fór síðani undir at keypa aðrar avísir í Australia, áðrenn hann eisini fór undir virksemi í Stórabretlandi í 1969, har hann bæði keypti News of the World og The Sun.

Í 1974 fór Murdoch eisini undir virksemi í USA, og síðani hevur hann støðugt voksið um miðlaríkið, sum í dag umfatar bæði Wall Street Journal og sjónvarpsrásina Fox News.

Fox News fór undir at senda í 1996 er mest sædda tíðindarásin í amerikanskum sjónvarpi.

-Okkara feløg eru sunn, og tað eri eg eisini. Møguleikarnir hjá okkum er nógv størri enn avbjóðingarnar, segði Murdoch millum annað í skrivinum til starvsfólkini, har hann eisini gjørdi greitt, at hansara leiklutur skiftir til at vera nevndarformaður emeritus í báðum feløgunum.

Sambært BBC skal Lachlan Murdoch, sum er triðelsta barn og elsti sonur hjá Rupert Murdoch, taka við leiðsluni í báðum feløgunum.