Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Privata nýtslan so at siga óbroytt

Hagtøl fyri kortnýtsluna hjá føroyingum vísa, at lítil munur er á nýtsluni higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør

Privata kortnýtslan hjá føroyingum higartil í ár er so at siga óbroytt samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Landsbankanum.

Hetta bendir á, at privata nýtslan stórt sæð eisini er óbroytt, sigur Landsbankin.

Hinvegin vístu hagtølini fyri kortnýtslu frároknað prísvøkstur, at føroyingar keyptu minni av vørum og tænastum í seinna hálvári í 2022 samanborið við seinna hálvár í 2021, og allarhelst er hetta ein avleiðing av øktum prísum, sigur Landsbankin.

Tøl fyri kortnýtsluna hjá føroyingum í útlondum vísa, at nýtslan hjá húsarhaldum í útlondum hevur verið eins stór á sumri í ár sum í fjør, og hetta bendir á, at húsarhaldini hava gott treysti hóast alt, sigur Landsbankin.

Kelda: Landsbankin