Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Posta leitar eftir nýggjum stjóra

Nevndarformaðurin á Posta, Joen Magnus Rasmussen, boðar frá, at starvið sum stjóri til Posta nú er lýst leyst

Nevndarformaðurin á Posta, Joen Magnus Rasmussen, boðar frá, at starvið sum stjóri til Posta nú er lýst leyst. Eftir ætlan verður nýggjur stjóri settur til byrjan 1. januar 2024 ella sambært avtalu.

– Uppgávan, sum komandi stjórin fær um hendi, er spennandi. Nýggi stjórin fær møguleikan at fremja tær ítøkiligu ætlanirnar, sum verða lagdar saman við nevndini. Hann skal menna felagið, styrkja raksturin og vaksa um virksemið. Vit vóna, at møguleikin fyri at skapa úrslit og vera við til at seta kósina fyri felagið fær væl skikkaðar kandidatar at melda seg, sigur Joen Magnus Rasmussen.

Seinastu árini er virksemið hjá Posta broytt munandi, samstundis sum at felagið hevur verið í einari menningartilgongd. Posta hevur í dag 120 ársverk, og meginparturin av virkseminum snýr seg um farmaflutning á landi og sjó- og loftvegis.

Síðan Joel undir Leitinum, fráfarandi stjóri, tók við øðrum starvi í summar, hevur fíggjarleiðarin, Jógvan Joensen, verið virkandi stjóri.

Starvslýsingin kann lesast her: Stjóri til Posta