Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Harðskapur í Føroyum skal lýsast betur

Fróðskaparsetur Føroya hevur latið Almanna- og mentamálaráðnum frágreiðing, ið setur fram tilmæli um at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum í Føroyum

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur latið Almanna- og mentamálaráðnum frágreiðing, ið setur fram tilmæli um at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum.

Frágreiðingin byggir á eitt umfatandi kanningararbeiði, sum varð gjørt í 2022-23 fyri at lýsa harðskapsøkið og vitanartørvin um harðskap í Føroyum.

Frágreiðingin vísir á, at vísindalig átøk á harðskapsøkinum mugu raðfestast, skulu vit í Føroyum kunna røkka vitanarstøðið, sum grannalond okkara hava um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Sum heild er vitanartørvurin á harðskapsøkinum í Føroyum sera stórur. Hetta er ein avbjóðing fyri miðvísa politiska arbeiðið á økinum, tí hetta ger tað torført at meta um tørvin og gongdina á økinum. Tilmælini, sum verða løgd fram í hesi frágreiðing, eru tískil ætlað at menna vitan, sum kann styðja undir og styrkja um átøkini, sum verða gjørd á økinum.

Grundað á eina kanning av vitanartørvinum á harðskapsøkinum leggur frágreiðingin tilmæli fram, um hvussu farast skal undir at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum, og hvørji evni kunnu metast at vera serliga átrokandi at granska í føroyska samanhanginum.

Frágreiðingin hevur fýra yvirskipað tilmæli: 
1.    At miðsavna og skipa vitanarmenning á økinum. Hetta skal gerast við at seta eitt skipað samstarv á stovn, sum skal standa á odda fyri at seta í verk tær vísindaligu verkætlanirnar, sum skulu gerast á økinum. 
2.    At eyðmerkja, skráseta og skipa verandi vitan á harðskapsøkinum. Hetta skal tryggja, at verandi vitan á økinum kann brúkast í vísindaligum høpi í framtíðini. 
3.    At kanna harðskapsupplivingar í Føroyum. Hetta skal skal vísa á, hvørji viðurskifti og hvørjar avbjóðingar harðskapsraktir persónar mugu navigera í føroyska smásamfelagssamanhanginum.
4.    At eyðmerkja hvørjir samfelagsbólkar eru serliga útsettir fyri harðskapi og hava serligar avbjóðingar, tá tað kemur til at leita sær ráðgeving og hjálp í føroyska samfelagnum.

Les eisini...  Magnus: 07 Vestur gjørdi tað óneyðuga spennandi á Argjum

Elisabeth Skarðhamar Olsen, Erika Anne Hayfield, Firouz Gaini, Jónleyg Djurhuus og Katrin Dalsgaard Nolsøe umboðaðu Fróðskaparsetrið í arbeiðsbólkinum. Ein fylgibólkur var eisini knýttur at arbeiðinum, og í honum vóru Anna Katrin Matras, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum, og Eyðvør Tausen Olsen, leiðari á Kvinnuhúsinum.

Arbeiðið varð umbiðið og fíggjað av Almanna- og mentamálaráðnum.

Frágreiðingin kann lesast her.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya