Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj tónleikasending – HIN ØLDIN – á FM1 mánadagar klokkan 17.15

Frá mánadegnum 2. oktober og fram til páskaferiuna komandi ár fer DJ Stearin alias Inga Laksáfoss Simonsen hvønn mánadag klokkan 17.15 at skipa fyri einari tónleikasending við 1970-ara, 1980-ara og 1990-ara tónleiki, ið hon nevnir HIN ØLDIN. Í Hinari Øldini mánadagin 2. oktober klokkan 17.15 verður tónleikaárið 1979 evnið hjá DJ Stearin í fyrstu sendingini.