Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nettrygdin verður uppraðfest

Fyri fyrst er økið raðfest við umleið einari millión

Í nettrygdarætlanini, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, legði fram herfyri, fær Vinnustovnurin ein týðandi og virknan leiklut í at verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi.

– Fyri fyrst er økið raðfest við umleið einari millión krónum. Henda játtanin er ætlað til at byrja arbeiðið, millum annað til at fyrireika eina nettrygdarlóg, men neyðugt verður at økja játtanina munandi í næstum, sigur landsstýrismaðurin.

Dømi um samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi kunnu vera streymveiting, fjarskifti, læknahjálp, røkt, radiosendikervið, pengaflutningur, flutningur á landi, sjógvi og loftvegis, skattainnkrevjing, tinglýsing, skipaskráseting og so framvegis.

Um hesar, og aðrar týðandi skipanir, ikki virka, verður virkisførið í landinum munandi skert, og tá kunnu bæði mannalív og stór virði vera í vanda.

Nøkur av fyrstu átøkunum í nettrygdarætlanini eru tí neyvari at kortleggja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi og at skipa eina nøktandi tilbúgving, til tess at styrkja mótstøðuførið móti nettrygdarvandum.

Kelda: Uttanríkis- og vinnumálaráðið