Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar Sløkkilið verður 90 ár í dag

Almenn móttøku verður í dag við Oyggjarvegin í sambandi við, at tað í ár eru 90 ár síðani, at Tórshavnar býráð gjørdi av at skipa eitt fast sløkkilið í býnum

Tað var í 1933, at Sløkkiliðið varð stovnað. Men nógv er broytt síðani Johan Shell, Rubekk hjá Mouritsi, Bil-Óli, Zacharis Reynagarð, Anton og André Andresen og aðrir góðir havnarmenn vóru sløkkiliðsmenn í býnum og høvdu sproyturoyndir úti á Reyni.

Tá Tórshavnar Sløkkilið í 1948 fylti 15 ár, flutti støðin í Varðagøtu, har p/f Wenzel Petersen hevði havt bil- og verkstað í nøkur ár. Verkstaðið varð innrættað til brandstøð, og vóru umstøðurnar eftir tátíðarinnar krøvum góðar.

Í Varðagøtu húsaðist Sløkkiliðið tey næstu nógvu árini, til flutt var niðan á Oyggjarvegin í desembur 1994.

Brandstøðin hevur eisini eitt savn við ellisakførum, pumpum og útgerð annars. Elsta pumpan er frá 1776. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv gjørt burturúr at seta gomlu sløkkiliðsbilarnar í so góðan stand, at teir kunnu koyra. Somuleiðis er øll tann gamla útgerðin og amboð, sum ikki verða nýtt í dag, savnað á støðini.

– Í sambandi við 90 ára dagin verður opið hús á Brandstøðini frá klokkan 15 til 18. Fólk eru vælkomin á gátt at kunna seg um ymisku uppgávurnar hjá Sløkkiliðnum. Nógv er at síggja á støðini, og vit gleða okkum at heilsa uppá tykkum øll ung sum gomul, bæði fyrrverðandi starvsfelagar, vinir og kenningar, sigur Heini Østerø, sløkkiliðsleiðari hjá Tórshavnar Sløkkilið, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.