Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vakmyndatól forðaði ikki fyri harðskapi

Tó hevur løgreglan funnið fram til menninar, ið fóru til hendurs inni í Sentrum í Havn, við hjálp av upptøkum frá vakmyndatólum

Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at nakrir mans vóru farnir til hendurs inni í Sentrum í Havn.

– Vit fingu fráboðan um harðskap inni í Sentrum, har fleiri mans vóru vóru farnir til hendurs. Hóast illstøðan var yvirstaðin, tá løgreglan kom fram, so hevur løgreglan – við hjálp frá vakmyndatólum á staðnum – funnið fram til røttu menninar, sum vóru ósamdir um eitthvørt. Hetta hevði tó einki at gera við starvsfólkini á staðnum, men um menn sum komu inn og vildu hava fatur á onkrum, sum var inni í Sentrum, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.

– Vit hava ikki tosað við menninar enn, men vit vita, hvørjir teir eru og hvør skal hava hvat, so har verða onkrar skuldsetingar í hesum málinum, leggur vaktleiðarin afturat.