Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Virðisløn M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðurslønin

Hósdagin klokkan 17 verða virðislønir M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs latnar á samkomu í Múllers Pakkhúsi

Skráin er í stuttum, at kórið Xperiment syngur tveir sangir, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og Heðim Mortensen, borgarstjóri, handar virðislønirnar.

Talan er um M. A. Jaocbsens virðisløn fyri yrkisbókmentir, fagrar bókmentir og virðisløn fyri mentanaravrik. Síðan verður latin barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958.

Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik.

Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.

Kelda: Tórshavnar kommuna