Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kári takkar fyri seg á altjóða pallinum

Kári á Høvdanum hevur sagt seg úr starvi sum dómaramennari hjá FSF, og hann gevst eisini sum altjóða dómari

– Eg havi stovnað egna timburmansfyritøku, og virksemið er nú vorðið so mikið nógv, at eg síggi meg ikki føran fyri eisini at røkja uppgávuna sum dómaramennari. Tí havi eg tikið avgerð um at gevast í starvinum hjá FSF.

Tað sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tíðliga á sumri í fjør varð Kári Jóannesarson á Høvdanum settur í hálvtíðarstarv hjá FSF. Uppgávan var at hava ábyrgdina av tilgongdini av nýggjum dómarum, umframt at menna dómarar, sum eru í “Dómara 2” bólkinum.

Harafturat hevur Kári eisini havt eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hann hevur virkað sum vegleiðari og mennari hjá feløgunum og teirra dómarum.

Men nú hevur Kári á Høvdanum valt at takka fyri seg, og hann gavst formliga í starvinum tann 1. oktober.

– Hetta er alt gjørt í sátt og semju við leiðsluna í FSF, ið eg samstundis vil takka fyri eina góða tíð, og at eg fekk hendan møguleikan. Eg gevist ikki sum dómari í heimligu kappingini, men tað verða ikki fleiri altjóða dystir. Nú mugu aðrir sleppa fram at, sigur Kári á Høvdanum, ið hevur umboðað Føroyar sum altjóða dómari síðani 2017.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo