Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Knústi egið innbúgv

Ein maður gjørdist frá sær sjálvum heima við hús

Í gjárkvøldið fekk Føroya Politi eina fráboðan um, at ein maður var frá sær sjálvum – heima hjá sær sjálvum – og hevði knúst nakað av innbúgvi.

Løgreglan fór á staðið at tosa við mannin, men kom til ta niðurstøðu, at tað nokk var best fyri allar partar, at maðurin kom við inn á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.

– Maðurin hevði meiðslað seg eitt sindur av at hava knúst egið innbúgv, so hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, so hann kundi koma undir læknahond, og so tóku vit hann inn á støðina, so hann kundi sova rúsin av sær. Hetta varð eisini gjørt, so maðurin ikki gjørdi meira um seg heima við hús, greiðir vaktleiðarin frá.

Koyrdi ávirkaður av rúsevnum
Í gjár steðgaði Føroya Politi einum bili í Eysturoy, tí illgruni var um møguliga rúskoyring. Tað vísti seg eisini, at løgreglan hevði rætta illgruna, tí umframt at vera sjónliga ávirkaður, so funnu tey eisini útgerð í bilinum, sum verður brúkt til at roykja hassj við.

Blóðroynd varð tikin av manninum, og tað gav eisini eitt positivt útslag. Maðurin er nú skuldsettur fyri at hava rúsevni uppi á sær og koyra rúsaður, men hann slapp leysur aftur eftir hetta, greiðir vaktleiðarin frá.

Skapti órógv í SMS
Boð vóru eisini eftir løgregluni at koma í SMS í gjár. Ein maður dugdi sær ikki hógv og gekk runt og rópti og skapti órógv, har fólk sita og eta.

Men tá løgreglan kom á staðið, sat maðurin niðri og át, so hann fekk frið at eta, og so fór maðurin sjálvur út aftur.