Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drukkin Lille-viðhaldsmaður svam í Sandagerði

Mátti fáa hjálp at lata seg í klæðini aftur

Í kvøld verður føroysk fótbóltssøga skrivað, nú fyrsti bólkadysturin í einum evropeiskum bólkaspæli verður á føroyskari jørð, tá KÍ tekur móti fronsku Lille á Tórsvølli.

Nøkur fronsk tíðindafólk eru komin til landið, men úr FSF hoyra vit, at tað vera ikki so nógvir Lille-viðhaldsfólk til dystin í kvøld.

Men í hvussu so er eitt Lille-viðhaldsfólk er komið til landið í samband við dystin, og hesin fjepparin var fer nokk avstað við onkrari yvirskrift í dag, tí seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein sjónliga drukkin maður svam í Sandagerði.

Fólk í grannalagnum har vóru stúrin um mannin, og eitt fólk fór eisini oman í Sandagerð, har Lille-viðhaldsmaðurin mestsum gjørdi landgongd.

Maðurin var í so drukkin, tí illa gekst hjá honum at lata seg í klæðini aftur. Viðhaldsmaðurin fekk tí hjálp frá fólk á staðnum, so hann kundi koma í klæðini aftur. Maðurin var eisini sjónliga kaldur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tá politiið kom á staðið, sá tað út til, at maðurin ikki visti, hvat var upp ella hvat var niður, tí varð avgerð tikin at taka mannin við á støðina, so hann kundi sova rúsin av sær har, tí tey vildu ikki lata mannin vera einsamallan.

– Talan er um útlendskan fjeppara, sum er komin til Føroya í samband við dystin millum KÍ og Lille í kvøld. Hann hevur sovið hjá okkum í nátt, men hann slapp so út aftur í morgun. Og hann sleppur eisini til dyst í kvøld, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Dysturin millum KÍ og Lille byrjar klokkan 17:45, og FM1 sigur frá dystinum.