Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Waag keypir Auto Service

Bilasølan Waag hevur í dag keypt allan partapeningin í Auto Service

Í morgun hava starvsfólkini í Auto Service fingið at vita, at fyritøkan er seld til Waag.

Bilasølan Waag váttar í stuttum boðum fyri Portalinum, at fyritøkan hevur keypt allan partapeningin í Auto Service, og at handilin er treytaður av, at Kappingareftirlitið góðkennir samanleggingina.

FM1 hevur roynt at fingið fatur á stjóranum og deildarstjóranum í Waag-bilasøluni, men tað hevur ikki eydnast.

Auto Service umboðar merkini millum annað Nissan, Peugeot, Citroën, Opel og Chevrolet, meðan Waag umboðar eitt nú Renault, Hyundai, Dacia og Mercedes-Benz.

Um Auto Service:
P/F Auto Service varð stovnað 4. november 2005, tá ið Eivind av Reyni yvirtók bilvirksemið hjá P/F Meinhardt Arge. Umframt bilumboðini Nissan, Peugeot, Opel og Saab keypti Eivind eisini verkstaðsbygningin við Oyggjarvegin í Havn.

Tað fyrsta Auto Service varð stovnað í 1964 og helt til í Gundadali. Børnini hjá Óla Arge stovnaðu felagið, sum eisini fór at selja bilar. Í 1978, tá ið Meinhardt Arge hevði keypt systkinini út, flutti hann alt virksemið niðan á Háls.
 
Í 1985 yvirtók sonurin, Finnbogi, felagið, sum hann rak inntil 1993, men hann gavst mitt í búskaparkreppuni. Finnbogi helt fram við virkseminum í nýstovnaða felagnum P/F Meinhardt Arge. Arge-menninir vóru teir fyrstu, sum innfluttu japanskar bilar til norðurlond. Longu í 1962 kom tann fyrsti Prince Skyline til Føroya. Prince-navnið var broytt til Datsun, sum so seinni varð til Nissan.

Í dag arbeiða 29 fólk hjá Auto Service, ið hevur umboðað bilmerkini Nissan síðan 1962, Peugeot síðan 1969, Opel síðan 1986 og Chevrolet frá 1. juni 2009.