Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EM 2028 verður í Stóra Bretlandi og Írlandi

UEFA hevur tikið avgerð um at EM-2028 verður í Englandi, Skotlandi, Wales, Norður Írlandi og Írlandi

Tað vóru annars Stóra Bretland og Írland, sum kappaðust við Turkaland um EM-2028, men Turkaland valdi at taka umsóknina aftur og heldur satsa uppá EM-2032.

í EM-2020, sum var í 2021, vóru fleiri lond við í samstarvinum og har ímillum vóru tað Wembley Stadium í London og Hampden Park í Glasgow, sum vóru partur av EM-2020.

Forsetin í Walisiska fótbóltssambandinum, Noel Mooney, sigur at hann hevði ynskt at fyrst dysturin í EM-2028 verður spældur á Millenium Stadium í Cardif í Wales, men tað er sjálvandi upp til UEFA at taka støðu til.

Les meira á BBC her:

https://www.bbc.com/sport/football/67062742