Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fráferðin til Føroya er framskundað

Pólska fótbóltssambandið hevur avgjørt at ferðast eitt sindur fyrr enn ætlað orsaka av ringa veðrinum

– Trygdin kemur fyrst, tí er fráferðin til Føroya framskundað.

Tað sigur umboð fyri pólska fótbóltssambandið, sambært tíðindamanninum hjá pólska netmiðlinum, WP SportFakty, Kuba Cimoszko, fyri FM1.

Tað er nakað av vindi nú, upp í 20 metrar um sekundið, men í morgin árini sigur hann minni vind eina løtu við flogvøllin – um 14-17 metrar um sekundið, áðrenn hann veksur vindin aftur á middegi í morgin, mikudagin, tá tað aftur verður upp í 20 metrar um sekundið.

Pólska fótbóltssambandið hevur leigað eitt flogfar hjá Atlantic Airways, og saman er avrátt, at fráferðin úr Varsjava verður framskundað frá klokkan 09:40 til 08:20 lokala tíð í morgin árini – tað er ein tíma frammanfyri føroyska tíð. Flogfarið lendir eftir ætlan tríggjar tímar seinni, klokkan 10:25 føroyska tíð.

– Pólska fótbóltssambandið veit, at tað kunnu vera ring veðurlíkindi í Føroyum, og tí hevur fótbóltssambandið valt at flúgva við lokala flogfelagnum, sum hevur kunnleika til viðurskiftini í Føroyum, greiðir Kuba Cimoszko frá.

Fyrsta bríkslið í dystinum millum Føroyar og Pólland hóskvøldið verður klokkan 19:45. FM1 sigur frá dystinum, og Rúni á Reynatrøð verður frásøgumaður.