Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Søk stuðul úr Jólamerkjagrunninum

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út.

Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Jonna Ljósá sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 15 merkjum kostar kr. 30,00 og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 23. oktobur 2023.

Freistin at senda inn umsókn er 30. oktobur 2023.

Vælgrundaðar umsóknir við fullfíggjaðari fíggjarætlan hava fyrimun. Tó kann stýrið játta stuðul eftir egnum uppskoti. Umsóknin skal stílast til Jólamerkjagrunnin og sendast til:

jolamerkjagrunnurin@posta.fo