Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Einvegis ferðsla um samarbeiðið við Russland

Ì seinastuni hevur ein lisið síðu upp og síðu niður um ræðuleikarnar, ið kríggið millum Russland og Ukraina, hava ført við sær. Allir bókstavar i altjóða rætti eru settir til viks av Russlandi og allur moralur og etikkur er farin sama veg. So satt so satt, alt ið skrivað er.

Men tað er ein baksíða á medaljuni, sum eitt nú okkara fólkatingsumboð á Danatingi skuldu tikið sær av.

Russland hevur fullkomuliga sundursindrað prísstøðið á botnfiski í EU við at geva Russlandi øll tollfrælsir at koma inn á sama marknaða, sum føroyingar og EU-framleiðarar liva av.

Russiskur Alaska Pollock (APO) verður partvíst framleiddur í Kina av trælum frá tí muslimska fólkinum, sum Kina hartar við harðari hond.

Altjóða fjølmiðlar innan fiskivinnu hava fyri heilt stuttum prógvað, at stórar fyritøkur í EU innflyta russiskan tosk og APO úr Kina sum lidnar vørur , har arbeiðsmegin eru trælir.

(Altjóða miðlar nýta heitið “forced labour”.)

Haraftuat er tað eisini prógvað, at kinverskar fyritøkur fáa alla orkuna goldnað sum ein “goymdan stuðul” frá tí kinversku stjórnini.

Annars eru tær ikki kappingarførar við bæði føroyskar og EU-fyritøkur, ið framleiða vørur til somu marknaðir og sama brúk sum tær kinversku.

Fyri nakrar vørur, sum eitt nú APO-blokk mótvegis bitablokki úr upsa, tosa vit um helvtarprís fyri APO.

Hjá einum virki hevur hettar ta avleiðing, at tær primeru vørurnar sum nakkastykkir og portiónir mugu upp í prísi, men her eru aftur kinverjar úti við einum prísi, sum er um 40-50% bíligari enn eitt virki má hava, fyri at fáa hjólini at mala

Hettar rakar so aftur bátar og skip, tí rávøran má niður í prísi í eini tíð, har oljuprísurin alsamt gerst meira tyngjandi fyri raksturin.

Men uttan russiska rávøru, ja so hevði framleiðslan í Kina av lidnum vørum úr botnfiski úr okkara havumhvørvi verðið so mikið skerd, at hon var ikki til ampa fyri kappingarførið hjá føroyskum og EU-fyritøkum.

Les eisini...  Nýggj upprunaføroysk krimi til børn um at vera tilflytari eftir Elina á Rógvi

Hettar hevur ein sæð, tá ið C-19 gjørdi um seg, og ongin fiskur kom úr Kina.

………………

Kostnaðurin at flyta eina frystibingju við Mærsk úr Kina til Rotterdam/Hamburg liggur um DKK 7.000 fyri bingjuna.

Vanliga eru 20 MT í bingjuni, so kiloprísurin er DKK 0,35 fyri kilo allan teinin úr Kina til Europa.

Føroyingar rinda 3 ferðirnar hendan prísin fyri eina bingju til Rotterdam, og ein fyritøka sum mín í EU rindar 2 ferðirnar hendan prísin í flutningi.

Tað er hettar, sum eg kalli einvegis ferðsla, tá ið hugsað verður um kappingarførið hjá føroyskum og EU-fyritøkum innan somu framleiðslu.

Tað skuldi verið laga manni hjá okkara umboðum á Danatingi, at fingið donsku stjórnina at lagt trýst á EU, soleiðis at hesin innflutningurin bleiv skerdur við einum høgum tolli – eitt nú 50%.

(Eg havi vegna okkara fyritøku í Litava skrivað eitt skriv til Kommiserin í EU innan umhvørvið og fiskivinnu um hesi viðurskiftir við kinverskari vøru úr russiskum uppruna. Vit hava fingið svar, at málið verður kannað)

Tað skuldi eisini ligið til høgra beinið hjá donsku stjórnini at álagt Mærsk ikki at flyta lidnar vørur úr russiskum uppruna til EU.

(Vøran er fyrst flutt úr Murmansk ella Sct Petersburg til Velsen í Niðurlondum. Síðani umskipað til Kina. Og so aftur til Europa sum liðugvøra. Hvat við CO2-útlátið??? Er hettar í heila tikið lógligt samb reglum hjá EU um CO2-útlát pr flutt kilo????).

Enn havi eg ikki sæð nøkur átøk frá EU, har ið ein setur moral og etikk í hásæti viðvíkjandi fiskavørum, har upprunin er Russland.

Les eisini...  Stór listaframsýning við Løkin

Tvørurímóti letur EU allar dyr standa opnar fyri russiskum fiski, sum í ólukkumát hevur oyðilagt alla prísleguna fyri okkum, sum arbeiða eftir EU-reglum.

Men hvør skal leggja trýst á hvønn, soleiðis at vend kemur í???

Tað hevði tænt øllum betur, um ferðslan kundi gingið báðar vegir.