Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eftirspurningurin enn stórur at taka lán

Hóast krøvini eru herd, so er enn stórur eftirspurningur hjá bæði vinnuni og húsarhaldum at taka lán

Danski tjóðarbankin heldur fram at hækkað rentuna, og tað hevur so eisini fingið føroysku peningstovnarnar at hækka útlánsrentuna. Hetta hevur ført við sær størri krøv til kundarnar, og tað minkar harvið um lánimøguleikarnar í Føroyum.

Men hóast krøvini eru herd, so er enn stórur áhugi hjá bæði vinnuni og húsarhaldum at taka lán, tí í nýggjasta kanningin frá Landsbankanum, at eftirspurningurin frá vinnuni er óbroyttur bæði í 2. og 3. ársfjórðingi. Eftirspurningurin frá privatkundum er øktur eitt vet í 2. ársfjórðingi, men er so aftur eitt vet lægri í 3. ársfjórðingi í ár.

– Tað bendir á, at bæði vinna og húsarhald higartil hava havt fíggarligt rásarúm at klára tey herdu kredittkrøvini, sigur Landsbankin í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi.

Peningastovnarnir verða eisini spurdir til útlitini fyri 4. ársfjórðing, og har siga tveir út av fýra peningastovnum í Føroyum, at teir vænta, at kredittkrøvini bæði til vinnukundar og privatkundar fara at verða herd enn meira, tí útlánsrentan fer at hækka.

Landsbanki Føroya hevur, sum eitt lið í arbeiðinum hjá Váðaráðnum, gjørt eina sonevnda útlánskanning. Í kanningini metir einstaki kredittstjórin í teimum fýra føroysku peningastovnunum um broytingar í m.a. eftirspurningi eftir fígging, broytingar í kredittvirðinum ella í krøvunum til kredittvirðið hjá kundunum.

Mett verður, hvørt tað hava verið broytingar í seinasta ársfjórðingi, og um tað væntast at koma broytingar í komandi ársfjórðingi. Í útlánskanningini verður bæði spurt inn til privatkundar og vinnuligar kundar. Kanningin verður gjørd hvønn ársfjórðing og fyrstu úrslitini vóru til taks í øðrum ársfjórðingi 2023.