Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Semingsmenninir hava boðað til fundar

Partarnir eru farnir á semingsfund

Leingi hevur verið tøgn millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava verið í verkfallið síðan 2. oktober, men nú fyrrapartin hava semingsmenninir boðað pørtunum til fundar.

Tað skrivar Kringvarpið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði í morgun við Kringvarpið, at hann veit ikki enn, um nakað semingsuppskot kemur í dag, men at partarnar skulu tosa saman, og nú verður so fundast um sáttmálatrætuna.

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er nú farið inn í fjórðu viku, síðan tað byrjaði tann 2. oktober. Síðan tá er verkfallið alsamt víðkað, og fevnir nú um 40 deildir á øllum trimum sjúkrahúsum.