Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hallur kennir seg vera væl fyri

Hallur Hansson sigur, at spælararnir eru til reiðar til uppgávuna í kvøld, har teir hava lisið upp á, hvar tað er møguligt at leypa á mótstøðuliðið. Sjálvur kennir hann seg væl fyri, nú hann fær alsamt meira minuttir í beinini eftir drúgva knæskaðan í fjør, sum millum annað fyribils hevur kostað honum landsliðsplássið

Hallur Hansson er við at koma fyri seg aftur eftir drúgvan knæskaða, og hevur spælt nógv í seinastuni við KÍ.

Hann er til reiðar at gera sítt til, at KÍ fær eitt gott úrslit í kvøld, har hann og hansara viðspælarar hava lisið upp á, hvar tað er møguligt hjá KÍ at leypa á Olimpija Ljubljana, sum hevur tendens til at leypa á mótstøðuliðið við nógvum spælarum, tí skal KÍ gagnnýta hetta til egnan fyrimun, skal ein sigur koma í hús í kvøld.

Seinastu tíðina hevur eisini nakað av skriving verið um Hall Hansson, nú hann ikki hevur verið úttikin til landsliðið, hóast hann er liðskipari og komin fyri seg aftur eftir knæskaðan, hann fekk í september í fjør.

Sjálvur sigur Hallur við FM1, at miðlarnir hava kanska ein tendens til at skapa eitt sindur av drama, tá úrslitini hava verið lakari hjá landsliðnum, og onkrir miðlar seta spurnatekn við úttøkurnar, har millum annað Hallur Hansson ikki hevur verið úttikin tvær tær seinastu ferðirnar.

Hallur sigur seg taka tað róligt, og ynskir ikki at verða drigin inn í hetta kjakið. Hann vil heldur prógva sítt virði á vøllinum: