Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne: Dysturin í kvøld skal vinnast

KÍ skal vinna í kvøld móti slovensku meistarunum, skal KÍ hava møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, sigur KÍ-venjarin, Magne Hoseth

Í kvøld tekur KÍ ímóti Olimpija Ljubljana á Tórsvølli í bólkaspælinum í Conference League. Hetta er ein avgerandi dystir fyri KÍ, um tað skal gerast møguligt at røkka annað plássið, ið gevur víðari luttøku úr bólkinum.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, hevur meldað klárt út, at KÍ ætlar sær víðari úr bólkaspælinum. Fyrr í summar hevur hann ofta nevnt 90 -10 prosent fyrimun til hini liðini, ið KÍ hevur spælt ímóti, har KÍ hevur havt tíggju prosentsmøguleika at vinna, men tað hevur riggað móti Ferencevaros, BK Häcken og næstan samanlagt ímóti Molde.

Nú er KÍ-venjarin eitt sindur meira bjartskygdur, og sigur at prosentbýtið nú er 60-40 til útiliðið.

Magne Hoseth vísti á tíðindafundinum hjá KÍ í gjár á, at Olimpija Ljubljana er eitt lið, sum dámar væl at hava bóltin, men at liðið kanska ikki er so gott taktiskt, sum onnur evropeisk lið, ið KÍ hevur møtt fyrr í summar.

Hoyr brot frá tíðindafundinum her: