Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stór mótmælisgonga út í Tinganes

Fyri løtu síðan fóru nøkur fakfeløg í Fakfelagssamstarvinum út í Tinganes at mótmæla

Klokkan 14 í dag savnaðust nøkur fakfeløg í Smæruni til ein fund um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar hevur verið í verkfalli í fimm vikur.

31 fakfeløg orðaðu eitt skriv til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, har heitt varð á Fíggjarmálaráðið um at koma til samráðingarborðið sum skjótast.

Eftir fundin fór stór mótmælisgonga úr Smæruni og oman í Fíggjarmálaráðið, har eitt skriv frá 31 fakfeløgum bleiv handað landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.

“Støðan á almenna arbeiðsmarknaðinum í dag er átaluverd og kann als ikki góðtakast.

Mátin, sum samráðingarnar hava verið skipaðar seinastu árini, er ikki í lagi, og henda støðan er ein høvuðsorsøk til fastlæstu støðuna, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er komið í.

Tað er einki rásarúm, tá ið vit seta okkum við samráðingarborðið, tí alt er púra fastlæst. Hetta ger eisini, at køin til samráðingarborðið er long, og at limir okkara í fleiri ár arbeiða eftir einum sáttmála, ið er uppsagdur, og fyri eina løn, ið ikki er dagførd.

Vit krevja veruligar samráðingar”, skriva tey 31 fakfeløgini millum annað í skrivinum.

Her eru nakrar myndir frá mótmælisgonguni:

Myndir: Føroya Pedagogfelag