Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eingin føroyingur deyður á sjónum farna árið

Alment minningarhald verður í Vinnuháskúlanum í Havn í dag, og síðan verður kransur lagdur við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn

Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum.

Síðan seinasta allahalgannadag, er eingin føroyingur deyður í yrki sínum á sjónum farna árið.

Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið umboðandi tað lokala økið og alment umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki sínum á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Havn í dag klokkan 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri, har Ann Hermansdóttir, prestur, talar. 

Á tí almenna minnigarhaldinum talar Løgmaður. Eftir løtuna á Vinnuháskúlanum, leggur Løgmaður ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn.

Í kvøld verður gudstænasta í Dómkirkjuni klokkan 20, har Heri Joensen, prestur, talar. Gudstænastan fylgir tí almenna minningarhaldinum, skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.