Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Við Gutta í Bø á fjall

Rás Vágar hevur gjørt ein forvitnisligan film um fjallagongu í Ryggsvíkini

Rás Vágar hevur gjørt film frá fjallgongu á Ryggsvíkini, har fylgt verður við, hvussu seyður verður rikin.

Ryggvíkshagin – Ryggsvíkin – hevur 88 áseyðir, og hagin telur tríggjar merkur. Torført er at koma í hagan har, men tað eru roynd fólk og hundar, sum reka seyð har.

Bóndin í Bø, Gutti Guttesen, leggur lag á og lærir yngru fólkini upp at reka seyð í Ryggsvíkini.

Tað er Rás Vágar, ið hevur gjørt hendan filmin, og tað eru Jónfinn Stenberg og Jens Jákup Hansen, ið hava filmað og klipt filmin: