Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leiðsla á breddan í Løkshøll

Vikuskiftið fríggjadagin 19. og leygardagin 20. januar 2024 verður leiðsluráðstevna í Løkshøll. Talan er nevnliga um GLS ráðstevnuna, sum verður hildin fyri 15. ferð.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar. Ráðstevnan er ætlað øllum leiðarum og teimum við áhuga innan leiðslu. Eisini eru løtur settar av til netverkan.

Fleiri fyrilestrar verða á ráðstevnuni, harav verður ein samrøða við Árna Frederiksberg, stjóra í Kjølbro Heilsølu í Klaksvík. Árni hevur verið nógv frammi í miðlunum í ár fyri sítt bragd á KÍ-liðnum.

Fyrilestrarnir verða vístir á stórskíggja, og eru hesir allir týddir til føroykst. Nakrir av røðarunum eru m.a. Craig Groeschel, Condoleezza Rice, James Clear o.a. Fyrireikarnir vænta ein fullan sal og siga at forsølan er byrjað, hvar atgongumerki fáast fyri kr. 995,- til og við 30. november. Eftir hetta hækkar prísurin til kr. 1200,-.

Meir kunning fæst á gls.fo ella við at senda teldupost til gls@gls.fo.