Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsliðsúttøka beinleiðis á FM1 frá kl. 10.00

Í dag, mánadagin 6. november klokkan 10:00, verður tíðindafundur í FSF-húsinum við Tórsvølli.

Á skránni eru úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum.

Hósdagin 16. november spæla Grikkaland og Føroyar U21 EM-undankappingardyst í Grikkalandi, og sama dag spæla A-landsliðini hjá Noregi og Føroyum venjingardyst í Oslo.

Síðani fer manslandsliðið aftur á vøllin mánadagin 20. november, tá EM-undankappingardysturin á útivølli móti Albania er á skránni.

FM1 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum.