Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Yngri Læknar Føroya

Semjan byggir upp á ein lønarkarm, sum fyrsta árið er 3,8 prosent, og næsta árið er 4,04 prosent

Semja er í dag gjørd millum Yngri Læknar Føroya og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið.

– Nýggja semjan við Yngri Læknar Føroya er góð, og tað er gott, at semjan røkkur longri enn tvey ár fram. Hetta ger, at partarnir fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum og koma víðari við lønarsamráðingunum. Men tað, sum eg eri serliga glað fyri við hesi semju, er, at partarnir eru samdir um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í tíðindaskrivi.

Semjan byggir upp á ein lønarkarm, sum fyrsta árið veksur 3,8 prosent, og næsta árið verður 4,04 prosent. Triðja árið verður tað sama sum onnur feløg fara at fáa á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Tað nýggja í semjuni er, at ein avtala er gjørd um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum. Hetta er ein høvuðsavtala, sum er ein yvirornað avtala, sum skipar viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, skrivar Fíggjarmálaráðið.