Bókadeildin gevur 4 bøkur út í ársins sjeynda bókaumfari! Les meira um allar bøkurnar niðanfyri.
Mumi – Fyrstu 100 orðini
Stuttleika tær og lær fyrstu 100 orðini saman við Mumi og vinunum í hesi vøkru og litføgru klaffabókini!
Bókin er ein pappbók, 14 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.

Mín!
– Í dag kemur Niklas heim til okkum at spæla, sigur mamma.
– Hann sleppur ikki at læna íkornan, sigur Sally. – Hann er bara mín.
Niklas sleppur ikki at læna tokið, parkeringshúsið, sjónvarpið ella vesið. Og ímynda tær, um hann vil læna mammu Sally?! Tað sleppur hann í øllum førum ikki!
Klara Persson hevur skrivað, og Charlotte Ramel hevur teknað. Sanna A. Dahl týdd úr svenskum. Bókin er innbundin, 30 bls. og til børn, sum eru umleið 2-5 ár.

Kavafresaraduellin – Kanningarbólkurin 3
Teir stóru og óhugnaligu kavafresararnir hava noytt kavasópararnar niður av fjallatoppinum, har teir búgva. Ella og Felix mugu hjálpa teimum í stríðnum at sleppa heim aftur.
Tað verður ísakalt og ræðuliga farligt, men Kanningarbólkurin veit akkurát, hvat skal gerast!
Bobbie Peers hevur skrivað, og Sandra Steffensen hevur myndprýtt. Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum.
Bókin er heft, 96 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.

Toran gongur
Eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt.
Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.
Rakel Helmsdal hevur skrivað og myndprýtt.
Bókin er innbundin, 154 bls. og til børn í øllum aldri. Frá 9 ár, um tey lesa uttan ein vaksnan.