Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Lærarafelag: Foreldur eiga at seta seg í samband við læraran í vanligari arbeiðstíð

- Vit síggja dømi um, at nøkur foreldur ringja, senda tekstboð ella skriva privat boð til lærarar um kvøldið og uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at tey vænta, at lærarin er tøkur tá. Er okkurt átrokandi, er tað í lagi, men kann tað bíða til dagin eftir í vanligari arbeiðstíð, eigur at vera bíðað, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen

Formaðurin í Føroya Lærarafelag talar nú at, nú tað gerst meira vanligt, at foreldur seta seg í samband við lærarar.

– Vit síggja tíverri dømi um, at foreldur ringja, senda tekstboð ella skriva privat boð til lærarar uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at tey vænta, at lærarin er tøkur tá. Er okkurt átrokandi, er tað sjálvandi í lagi, men kann tað bíða til dagin eftir í vanligari arbeiðstíð, eigur at vera bíðað, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, við Skúlablaðið.

So hvørt sum miðlarnir eru blivnir fleiri, og samskiftismøguleikarnir somuleiðis, eru nógvir mátar at samskifta og koma í samband við hvønn annan. Foreldur brúka allar hesar møguleikar, og tað er órógvar læraran nógv, heldur Jacob Eli S. Olsen.

– So kanst tú siga, at lærarin bara skal lata vera við at svara, men so einfalt er tað ikki, tí sær lærarin, at hann hevur fingið eini boð, ella at onkur ringir til hansara, so hugsar hann sum natúrligt er, at okkurt er áfatt, sum ikki kann bíða. Í øllum førum órógvar tað so mikið nógv, at lærarin ikki bara kann sleppa tí. Tað er tørvur á greiðum reglum fyri, nær vit eiga og kunnu ringja ella skriva til ein lærara, og nær foreldur kunnu vænta, at lærarin svarar. Vit eiga at hava greiðar reglur fyri, hvussu samskiftið millum læraran og foreldrini og millum skúlan og avvarðandi fer fram. Reglan kann vera arbeiðstelefon og arbeiðsteldupostur og ikki privattelefon og privatur teldupostur ella gjøgnum privatu vangarnar á sosialu miðlunum, sigur hann.

Les eisini...  Nevndin í KT-felagnum hevur skipað seg

Kelda: Skúlablaðið