Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey akfør mist nummarspjøldrini

Annars hevur tað verið eitt friðarligt vikuskifti

Enn eru tað eigarar av akfari, sum hava vegskattaeftirstøður, so løgreglan hevur aftur verið úti í nátt og klipt nakrar plátur av akførum.

Talan er tó ikki um nógv akfør, tí í nátt hevur Føroya Politi klipt nummarspjøldrini av tveimum akførum. Hetta var í miðstaðarøkinum.

Løgreglan er eisini úti og kannar ferðsluna kring nakrar skúlar í morgun. Hetta er bæði í Eysturoynni og í Havn.

– Hetta er tann myrka tíðin, so tað er umráðandi, at skil er í ferðsluni, har børnini ferðast. Eisini kanna vit, um børn eru íbundin, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá í morgun.

Annars hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskifti. Eitt fólk hevur gist í brummuni náttina til sunnudagin, tí viðkomandi lá avdottin í býnum í Havn, men slapp so at sova rúsin av sær, áðrenn viðkomandi varð vaktur sunnudagin fyrrapart.