Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bóltsnillingur fyllir 49 ár

Reyðhærdi revurin stýrdi miðvøllinum í nærum 2 áratíggju.

Tann 16. november 1974 var fyrrverandi Manchester United miðvallarleikarin, Paul Scholes, føddur í Salford. Hann spældi fleiri enn 700 dystir fyri felagið.

Hann byrjaði í ungdómsdeildini í 1991 og vann sær pláss í 1. liðshópinum í kappingarárinum 1993-94, men spældi ongan kappingarføran fyrr enn árið eftir. Í september 1995 vann hann sær fast pláss í byrjanaruppstillingini og var við til at vinna greipuna.

Heilar níggju ferðir afturat gjørdist hann meistari umframt, at hann var við til at vinna FA Cuppina tvær ferðir afturat og Champions League tvær ferðir. Gjøgnum árini vann hann sær viðurkenning sum ein av allarbestu miðvallarleikarum í hansara ættarliði og fekk uppiborið rós frá leikarum og venjarum sum t.d. miðvallarleikaranum hjá Barcelona, Xavi, sum segði Scholes vera besta miðvallara, hann hevði sæð seinastu 20 árini.

Scholes spældi fyrsta landsdystin fyri Ongland í 1997 og spældi samanlagt 66 landsdystir, áðrenn hann takkaði fyri seg á landsliðnum í 2004.

Hann gavst at spæla fyri Manchester United í mai 2011 og byrjaði sum venjari í felagnum, men varð seinni yvirtalaður til at broyta støðu, tá felagsstjórin Sir Alex Ferguson bønaði og bað hann koma aftur á vøllin í januar 2012. Hann gavst med alla í 2013 og hevði tá spælt samanlagt 716 dystir í øllum kappingum.