Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

Fríggjadagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

Í níggju vikur hava næmingar á íverksetara- og ferðavinnubreytini fingið serliga frálæru um ferðavinnu frá fólki í vinnuni, sum hava givið sína vitan víðari til næmingarnar. Skeiðið er fyriskipað í samstarvi við Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands.

Á hátíðarhaldinum luttóku næmingar, lærarar, skúlaleiðsla, foreldur, skeiðshaldarar og umboð fyri Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands. Næmingar á tónleikabreytini á Nám X stóðu fyri tónleikinum.

– Ferðavinnufelagið fegnast um góða samstarvið við NámX og ynskir næmingunum hjartaliga til lukku við diplomunum, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.