Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Óluva vitjaði lesandi á sjúkrarøktarfrøði

Fyrrapartin kom Ólvua í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, á gátt hjá teimum lesandi á Setrinum, nú upptøka aftur verður til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði í vetur

Tveir flokkar av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Setrinum fingu fyrrapartin Óluvu í Gong, fakfelagsforkvinnu, á vitjan. Annar flokkurin er lesandi á fyrsta ári, hin á triðja ári.

Forkvinnan greiddi frá arbeiðinum við at skapa haldføri í sjúkrarøktini og tí stóra týdningi, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í heilsuverkinum yvirhøvur.

Tey lesandi fingu eisini høvi at hoyra um verkfallið, sum endaði við semju, og sum næstan vardi heilt til umsóknarfreistina til upptøku av nýggjum lesandi.

Fróðskaparsetur Føroya tekur nevniliga lesandi í sjúkrarøktarfrøði upp tvær ferðir árliga, á sumri og á vetri, tí tørvurin í samfelagnum er so stórur, og nógvir sjúkrarøktarfrøðingar nærkast pensjónsaldri. Og Óluva á Gong segði teimum lesandi, at hendan dupulta upptøkan er alneyðug fyri at tryggja eitt vælvirkandi heilsuverk.

– Heilsuverkið er í støðugari menning, og mong góð starvsfólk krevjast til hetta arbeiðið, sum eisini hevur hópin av spennandi uppgávum við sær, segði hon.

Freistin at søkja inn á sjúkrarøktarfrøði er 1. desember.

Lesið meira um útbúgvingina her.

Útbúgvingin sum sjúkrarøktarfrøðingur tekur fýra ár, har ein partur er akademiskur (150 ECTS-stig), og annar er verkligur á klinikk (90 ECTS-stig). Her er Óluva í Gong í einum av undirvísingarhølunum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Vestaru Bryggju í Havn

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samarbeiði.

Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing á Setrinum í samanlagt hálvttriðja ár, og kliniska undirvísing  í samanlagt hálvtannað ár. Henda seinna fer fram á ymsum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar- og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni og á øðrum stovnum undir almannaverkinum kring landið – og so eisini í venjingarstovu á Setrinum.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.