Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

3.438 skógvaeskjur fyltar við kærleika og góðum gávum

Í ár fara eskjurnar hjá Christmas Child Føroyum til krígsherjaða Ukraina

– Vit biðja fyri, at børnini í Ukraina fáa gleði av eskjunum og merkja, at umheimurin hugsar um tey og ta truplu støðu, ið tey eru í.

Soleiðis skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðu sínari, nú 3.438 skógvaeskjur, fyltar við kærleika og góðum gávum, eru farnar við skipi hjá Faroeship av landinum til Onglands, har tær so fara víðari til krígsherjaða Ukraina.

Umframt eskjurnar, ið fyri nøkrum døgum síðan fóru við skipi av landinum, so eru eisini 219 keyptar á netinum av føroyingum, so samanlagt hava føroyingar higartil givið 3.657 eskjur í 2023.

– Nevndin í Christmas Child Føroyar takkar hjartaliga fyri hvørja einstaka eskju. Harafturat takka vit eisini hjartaliga fyri vælvild og hjálp frá fleiri fyritøkum og fólkum í landinum.

Christmas Child Føroyar skrivar, at hóast freistin at lata eskjur inn í Føroyum, so ber til heilt fram til jólar at keypa eskjur á netinum.

Til ber at keypa eskjur her:

https://www.christmaschild.fo/tilfar/keyp-online